JN

Miðlastuðul latin átta miðlum

...

2018-12-21 17:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðlastuðulsnevndin hevur í dag játtað átta føroyskum miðlum tvær milliónir krónur í miðlastuðuli á øðrum sinni.

Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár í mun til níggju í fjør. Ein miðil leyk ikki treytirnar at fáa stuðul útgoldnan í fjør, og sostatt er talið á stuðulsmóttakarum tað sama sum í fjør. Teir átta miðlarnir, ið lúka treytirnar at fáa stuðul, fáa úr kr. 48.220,00 upp í kr. 768.462,00 í stuðli í ár.

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2018 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri:

kr. 768.462,00 Sosialurin
kr. 230.499,00 Dimmalætting
kr. 199,263,00 FM1
kr. 195.625,00 Norðlýsið
kr. 195.025,60 R7 Kringvarp
kr. 190.338,00 Portal.fo
kr. 172.565,41 VP.fo
kr. 48.220,00 JN.fo

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru samlaðu lønarútreiðslurnar hjá teimum átta miðlunum øktar eitt lítið vet, úr stívliga 18 mió. kr. upp í 18,6 mió. kr.

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum átta umsóknunum lagt sama leist sum í fjør, og sostatt hevur nevndin serliga hugt eftir yvirskipaða endamálinum við lógini, ið er at økja um útboðið av miðlum og margfeldi teirra, og samstundis hevur nevndin framhaldandi lagt eina breiða tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.

Av tí at hetta er aðru ferð, nevndin býtir út miðlastuðul, er enn ov tíðliga at gera av, um stuðulin er við til at røkka endamáinum viðv. innihaldi í miðlunum og politiska ynskinum um, at miðlastuðulin skal økja um útboðið av miðlum og margfeldi teirra.

Tó ber til at staðfesta, at somu miðlar, sum fingu stuðul í fjør, framvegis virka á føroyska miðlapallinum, og tískil kann hugsast, at miðlastuðulin er ein viðvirkandi orsøk til, at talið á miðlum ikki er minkað seinasta árið.

Í sambandi við viðgerðina av lógini um miðlastuðul, viðmerkti meirilutin í Mentanarnevnd Løgtingsins í sínum áliti í málinum, at tað er skilagott at endurskoða virknaðin av miðlastuðlinum regluliga, og Mentanarnevndin mælti harumframt ítøkiliga til, at lógin eigur at verða endurskoðað aftaná fýra ára virknað.

Miðlastuðulsnevndin heldur tað vera skilagott innan ikki alt ov langa tíð at eftirmeta, hvørt stuðulin er við til at røkka teimum endamálum um margfeldi í miðlalandslagnum og journalistiska dygd, ið politiska skipanin hevði við miðlastuðlinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder