Politikkur

Miðbýurin settur á dagsskrá

...

2013-09-12 21:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var hugaligt at taka lut í stóru hugarokanini um miðbýin, sum býráðið hevði sett á dagsskrá í ??strøm í dag og í gjár. Verkstovan var karmur um góð hugskot og birti vónina fyri einum livandi og spennandi miðbýi í komandi tíðum.

Tíðin var væl givin út, tá ið fólk sessaðust í ??strøm í dag og gjár at viðgera míðbýin í høvuðsstaðnum frameftir. Verkstovan, sum býráðið skipaði fyri, var sera væl greidd úr hondum, og her var nógvur íblástur at heinta til ein livandi og spennandi miðbý í høvuðsstaðnum í komandi árum.

Í 2010 orðaði býráðið eina visjón fyri Tórshavnar kommunu, sum hevði til endamáls at skapa menning, tryggleika og trivnað í høvuðsstaðnum. Allir býráðslimir tóku undir við visjónini, og verkstovan í ??strøm um miðbýin er eitt stig víðari á hesi leiðini. Tað er sera hugaligt at síggja, at sitandi býráð í breiðari samgongu heldur kósina, sum var sett í 2010. Visjónin frá 2010 og ???Miðbýarverkstovan??? í dag og í gjár eru dømi um gott politiskt stev, sum eina helst letur seg gera, tí málini eru greið. Vit arbeiða øll fyri menning, tryggleika og trivnaði í okkara framúrskarandi høvuðsstaði. 

Hugskotini og orðsakiftini á verkstovuni góvu eina greiða mynd av, at vit vilja veruliga gera okkara høvuðsstað til ein fjálgan stað, har fólk hava hug at búgva og virka. Miðbýurin er hjarta í okkara høvuðsstaði, og nú er at halda fast og arbeiða víðari við nógvu, góðu hugskotunum í sama góða anda, sum merkti verkstovuna hjá Tórshavnar býráð í ??strøm. 

Næsta stigið eigur at vera ein heildarætlan fyri miðbýin, soleiðis at hesin týðandi býarparturin verður skipaður í samsvari við tíðina, vit liva í. Um vit fáa sett upp eitt greitt mál fyri miðbýin, verður so nógv lættari at fara til verka. 

Miðbýarverkætlanin er m.a. liður í at gera Tórshavn til ein fjálgan lestrarbý, har fólk hava møguleika at búleikast í einum livandi og mennandi umhvørvi. Ein livandi og spennandi miðbýur kann eisini verða við til at venda fólkafráflyting til fólkatilflyting 

Tað snýr seg fyrst og fremst um, at vit politikarar áhaldandi hava yvirskriftina ???Menning, tryggleiki og trivnaður???, í hásæti. Tað er okkara politiska lógvatak, sum fer at bera høvuðsstaðin framá í nógv ár.


Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder