Vinna

Metsøla hjá rækjuskipinum Havborg

...

2015-05-13 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár fór rækjutrolarin Havborg at sigla inn við fullari last - uml. 400 tons av rækjum. Teir hava hendan túrin fyri tað mesta fiskað í Hopendýpinum, sum er í Barentshavinum.

Á heimasíðuni hjá Havborg skriva teir, at sølan hendan túrin verður tann besta, sum Havborg hevur gjørt nakrantíð, tað kemst av, at rækjuprísurin er so góður í løtuni.

Havborg kemur inn í Tromsø í kvøld, har teir skulu bunkra v.m.

Hósdagin skulu teir landa veiðuna í Kårvik. Fríggjadagin fara teir aftur til Tromsø, fyri at fáa onkrar umvælingar gjørdar. Væntandi fara teir nýggjan túr fríggjakvøldið ella leygardagin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder