FSF: Jákup ??sá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir her um kappingini í Effodeildini 2014, og tippar dystirnar í fyrsta umfari, sum verða komandi vikuski
Trý lið kunnu vinna FM
Kappingin um sjálvt FM heitið í ár verður meira spennandi enn í fjør, vænti eg. Í fjør hevði eg HB sum greiðan favoritt, men tað eru teir ikki í ár. Tað grundi eg fyrst og fremst uppá tað, sum eg havi sæð av HB higartil í ár í venjingardystunum og so at ein FM vinnari vanliga hevur tað trupult, tá hann skal verja FM heitið. Teirra spæl er ikki eins flótandi, skaðarnir hjá einstøkum leikarum sum Símuni Samuelsen síggja út til at hava stóran týdning, og spæligleðin er ikki eins eyðsýnd sum í fjør. Hópurin er tó framvegis eins sterkur sum í fjør og nýggi venjarin Heðin Askham veit, hvat skal til fyri at røkka toppinum. HB fer at fáa harða kapping í ár og har havi eg tvey lið, sum størstu avbjóðarar. EB/Streymur hevur sterkari hóp enn í fjør og skal vaska eitt vánaligt kappingarár av sær. ??vissan við skaðanum hjá Arnbirni Hansen kann spæla ein leiklut, men hópurin hevur framvegis dugnaligar leikarar til álopspartin. Tá EB/Streymur hevur teir fyrstu 11 leikararnar tøkar, so síggi eg teir ikki nógv veikari enn HB. Men liðið, sum eg havi eina kenslu av vil tað mest, og tí fer at leggja sera nógv fyri at koma heilt upp, eru steypavinnararnir seinastu tvey árini í Víkingi. Bulurin á liðnum er tann sami og tveir stórir profilar eru komnir til, meðan breiddin ??? nú Kaj Leo í Bartalsstovu, Jann Ingi Petersen og Hjartvard Hansen eru farnir úr felagnum - kanska ikki verður stór í fyrru hálvu, áðrenn leirvíkingarnir Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen vera við. Tað sum Víkingur manglar í dygd í mun til HB og EB/Streym, tað vinna teir inn aftur í hugburði og vilja. Í mun til í fjør, so síggi eg Víking hava FM møguleika í ár.
Sterk miðja
Miðjan í Effodeildini á pappírinum er eftir mínum tykki ein samling av 5 liðum: ÍF, AB, KÍ, NSÍ og B36. Tað er ikki lætt at taka dagar ímillum tey. Summi lið hava stórar profilar og vøkur nøvn á pappírinum, men onga siðvenju fyri at fáa góð úrslit. Summi lið hava mist nógvar leikarar í mun til í fjør, har nýggir og í summum førum óroyndir leikarar skulu inn at traðka til. Hesi 5 liðini kunnu øll enda á 3.-4. plássi, men í ringasta føri kunnu tey eisini enda í niðurflytingar stríðnum. ÍF hevur líka síðani 2010 fingið silvur í antin steypakapping ella landskapping. Tað er tekin um eitt lið, sum hevur fingið fatur á rætta endanum, har profilar sum Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen og seinni Clayton Soares hava gingið á odda og framvegis eru við. Afturat teimum eru fleiri dugnaligir leikarar umframt, at ársins venjara í fjør nú hevur prógvað seg. Tað vænti eg røkkur til eitt pláss í ovaru hálvu og kanska kann enntá eitt heiðursmerkið vinnast, hóast hópurin á pappírinum er viknaður í mun til í fjør. AB var eitt tað besta liðið í Effodeildini í seinnu hálvu í fjør. Men nógv útskifting bæði á leikara síðuni og venjara síðuni ger AB til eitt lið, sum er sera trupult at meta um. Í sterkastu uppstillingini eru nógvir góðir leikarar á pappírinum, men ringt er at siga, hvussu AB fer at virka sum lið. Í Jóan Símun Edmundsson hava teir fingið offensivan profil, sum teir ikki høvdu í fjør. Spælir hann 27 dystir ella har áleið og hópurin annars ikki fær nógvar skaðar, so vænti eg AB fær betri úrslit enn í fjør. KÍ hevur somu breidd, men munandi størri profilar í hópinum enn nakað annað ár, síðani felagið flutti upp í 2010. Eg vænti munandi færri mál fara ígjøgnum enn í fjør, men ivist stórliga í, um liðið fer at skora 54-59 mál sum hesi seinastu tvey árini. Tað er nógv tengd at, um Páll A. Klettskarð heldur seg frískan alt kappingarárið. Í venjingardystunum uttan hann hevur KÍ álopsparturin ikki verið trupul at lisið av hjá mótstøðuliðunum. Hjá NSÍ hevur frágongdin verið stór í mun til tilgongd. Serliga miðvøllurin fær seg royndan. Møguleikin fyri at síggja eitt ella fleiri gjøgnumbrot frá ungum leikarum er kanska størst í júst NSÍ. Eg vænti eitt ár hjá NSÍ, har teir á góða degnum kunnu vinna á øllum serliga í Runavík m.a. vegna sera sterka álops ''trio'', men at teir koma at vera óstøðugir m.a. vegna meira ivasaman miðvøll og verju. Ein á pappírinum ''løtt'' leikskrá fyrstu umførini kann geva NSÍ økt sjálvsálit beinanvegin. Sum so er tað sama galdandi fyri B36, sum eins og NSÍ hevur størri frágongd enn tilgongd og hevur nýggjan venjara. Hesi bæði liðini fáa á míni stigatalvu fyrimunin av at vera ''undirmett'' og kunnu tí skjótt gera ein ''ÍF 2013'', men tó neyvan so langt upp sum nummar 2.
Botnstríðið
Tað er siðvenja, at uppflytararnir vera mettir at fáa tað trupult við einstøkum undantøkum. Í ár er einki undantak. B68 og Skála skulu bæði hækka sítt støðið frá í fjør rættuliga nógv, um tey skulu hava nakran møguleika, men tað vænti eg eisini, at tey gera. Bæði liðini hava styrkt seg nógv og hjá hesum báðum liðunum fer stríðsviljin neyvan at liggja eftir. Eg havi Skála at enda frammanfyri, tí teirra lið í venjingardystunum hevur sæð út til at hingið væl saman, meðan B68 tó kann blíva betri seinni í ár, tá teir kanska fáa meira tilgongd og royndir í hópin. Seinastu árini hevur annar av uppflytarunum altíð klárað at hildið sær uppi. Í løtuni síggi eg hesi bæði sum tey veikastu í deildini, men ikki sum lið, sum fara at gera sær fyri skommum. Annað liðið kann gott bjarga sær.
Um stigatalvuna
Tá eg nú í stuttum havi grundgivið fyri bólkunum í deildini, so vænti eg, at onkrar broytingar vera. Av teimum ovastu mettu ??? HB, EB/Streymur og Víkingi ??? sum eg annars eisini setti á somu pláss í fjør, so kann okkurt av teimum skjótt detta niður í mið bólkin eins og í fjør. Ein møguligur steypavinnari missir eisini typiskt eyka motivatiónina seinasta partin av árinum. Mest sannlíkt fara vit at síggja minst eitt lið úr mið bólkinum uppi í toppstríðnum, meðan minst eitt fer niður at kappast um niðurflyting. Siðvenjan sigur, at einstøk lið gera tað antin nógv betri ella nógv verri enn væntað. Kappingin um FM heitið sær opin út, og at heili 8 lið realistiskt kunnu røkka einum Europa League plássi borgar fyri einum spennandi kappingarári.
1. HB
2. EB/Streymur
3. Víkingur
4. ÍF
5. AB
6. KÍ
7. NSÍ
8. B36
9. Skála
10. B68
1. umfar í Effodeildini 2014:
B36-Skála 1
Áhugaverdur dystur í Gundadali, har B36 er favorittur. B36 hevur somu verju og sama álop sum seinasta partin av kappingarárinum í fjør. Men týdningarmikli miðvøllurin er nógv viknaður, nú Súni Olsen, Evrard Blé og Gilli Sørensen eru farnir til onnur feløg. Skála spælir helst uttan nýggja russiska málverjan, sum neyvan fær neyðugu loyvini uppá pláss áðrenn fyrsta dystin. B36 má og skal hava 3 stig her áðrenn nakrir truplir dystir standa fyri framman hjá árstalsfelagnum. Men kenslan sigur, at hetta kann blíva ein tættur dystur, har Skála fer at stríðast til tað seinasta og kanska enntá fær eina stigið. Men eg helli meira til heima sigur.
Víkingur-AB 1
Í fjør fekk AB 6 út av 9 stigum móti Víkingi. Men Víkingur fær vanliga eina góða byrjan uppá kappingina og í stórsteypadystinum sóu vit, at leikararnir eru væl fyri. Hjá AB hevur Kári Nielsen leikbann og ivamál er um Morten Overgaard, meðan Jóan Símun Edmundsson lítið og einki hevur vant við AB enn. Hetta eru týdningarmiklir leikarar. Heimavøllurin hjá Víkingi ger eisini, at eg helli mest til heimaliðið, sum má fáa 3 stig áðrenn túrin til Klaksvíkar um eina viku.
EB/Streymur-HB 1
EB/Streymur hevur vanliga gott tak á HB við Margáir. Og hóast Arnbjørn Hansen ikki er tøkur, so eigur EB/Streymur at hava góðan møguleika fyri at fáa øll stigini og harvið eina ynskis byrjan móti FM vinnarunum. Hetta er helst rætta løtan at møta HB, sum serliga í álopspartinum hevur skapt lítið seinastu venjingardystirnar, har lykla leikarar frá í fjør hava skaðar at dragast við, og tí ikki eru optimalt fyri í løtuni. Men vit fáa neyvan nógv mál nú bæði liðini mangla týðandi leikarar í álopspartinum. Eg vænti, at EB/Streymur fær sína dreyma byrjan uppá Effodeildina 2014.
NSÍ-B68 1
Grannauppgerð við Løkin í fyrsta umfarinum, har NSÍ má taka favoritt leiklutin uppá seg. ??tleigaði Kristian Joensen, sum nú spælir við B68, sleppur ikki at spæla móti sínum liði og tí hevur B68 ungan málverja, sum veruliga fær seg royndan. Hetta er ein dystur, sum NSÍ á heimavølli skal fáa fulla úrtøku í og tað vænti eg teir fáa í einum dysti, har tað neyvan verður pláss fyri tí góða fótbóltsspælinum.
ÍF-KÍ 1
ÍF hevur havt sera gott tak á KÍ á heimavølli seinastu tvey árini, har teir hava skorað nógv mál. Fuglfirðingar hava verið væl fyri á heimavølli og hóast úrslitini í venjingardystunum ikki hava verið ræðandi, so vænti eg teir hækka sítt støðið, nú kappingin byrjar eins og vit sóu t.d. í fjør. KÍ, sum bæði í 2011 og 2013 byrjaði væl, hevur ikki víst serliga sannførandi spæl í venjingardystunum, men fær Páll A. Klettskarð spælt, so skuldi tað hjálpt væl til, nú Rodrigo Silva ikki væntast at fáa neyðugu loyvini fyrr enn nøkur umfør eru spæld. Í Klaksvíkskappingini spældu liðini ein javnan dyst, men nú ÍF er á heimavølli, og eg vænti teir fáa øll trý stigini.
Jákup ??sá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald