2013-10-05 13:56
Samandráttur: Línuskip: Trý línuskip eru undir Íslandi og tveir eru undir Føroyum. Ein er ávegis til Flemish Kap. Vantandi fara nøkur línuskip út um vikuskifti, bæði til Ísland og undir Føroyar. Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu, svartkalva og hýsu. Vit vantað eitt línuskip landar mánadagin og kanska eitt seinni í vikuni. Línuskipini undir Føroyum fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu. Møguliga landar onkur seint í vikuni. ??tróður. Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður gott, so vit vantað nakað av útróðri í vikuna. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Onkur er eisini, sum roynur eftir kalva. Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska á djúpum. Fiska ein blanding av svartkalva og upsa og landa teir helst síðst í vikuni. Tríggjir hava nýliga landa og fara helst út um vikuskiftið. Tveir aðrir fiska eisini svartkalva, men teir frysta umborð. Partrolarar: Nú eru teir flestu partrolarirnir farnar at fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Landa sum vikan líður. Eitt par fiskar gulllaks og eitt fiskar makrel. Trolbátar: Allir trolbátarnir liggja inni og fara neyvan út í vikuni. Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskarí er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð. | |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald