Vinna

Meting um tilfeingið - viku 38

...

2013-09-15 14:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samandráttur:

Línuskip: Seks línuskip eru undir Íslandi og eitt er undir Føroyum. Vantandi fara nøkur línuskip út um vikuskifti ella tá veðri batnar. Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu og hýsu. Vit vantað at 2-3 línuskip landa mánadagin og so landa 2-3 seinni í vikuni. Tann undir Føroyum fiskar mest longu og brosmu. Hann landar mánadagin.

??tróður. Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar nakað seinni í vikuni. Veðurstovurnar eru ikki samdar hvussu veðri verður, men helst verður nakað av vindi fyrst í vikuni, men blívur betri seinni í vikuni. So vit vantað ikki nógv av útróðri fyrst í vikuni, men kanska tað verður fragari síðst í vikuni, hóast at streymurin er harður tá. Bátarnir fáa ein blanding av toski og hýsu og so nakað av hvítingi. Onkur er eisini, sum roynur eftir kalva.

Djúpvatnstrolarar: Allir, uttan ein, fiska makrel. Tann eini, sum ikki fiskar makrel, er á djúpum vatni og fær mest av svartkalva, blálongu og kongafiski. Hann landar møguliga síðst í vikuni.

Partrolarar: Tað eru seks pør sum fiska á landgrunninum, fáa mest upsa, men fáa tó nakað av longu og tosk sum hjáveiðu. Restin fiskar makrel og gulllaks ella liggja við kaj. Kanska eitt par landar mánadagin og so landa hinir síðst í vikuni. Fskaríið er brúkiligt.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er úti (fríggjadagur 13/09), men vantandi fara nakrir út tá veðri batnar. Tann eini trolbáturin, sum er úti, er á Skeivabanka og fær mest av upsa og so eitt sindur av toski, havtasku og longu. Hann landar helst mánadagin.

Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni, fiskarí er brúkiligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Kelda: Fiskamarknaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder