JN

Meting um tilfeingið vika 9

...

2014-02-24 01:55 Author image
placeholder
Friday, 21 February 2014
Samandráttur: Línuskip: Tey flestu línuskipini eru antin til fiskarí ella fara út í næstum. Vit rokna við at tey flestu koma inn síðst í vikuni. Línuskipini fiska bæði djúpt eftir brosmu og longu og grynri eftir toski og hýsu. Tvey eru á Flemish Kap og fiska tosk. Tey frysta umborð. Eitt triðja línuskip fer helst avstað í næstum til Flemish Kap, men tað er á ísfiskaveiðu eftir toski. ??tróður. ??tlit er fyri útróðri, góður streymur fyrst í vikuni og forsøgnin sigur frá hampiligum veðri. ??tróðrarbátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu. Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu. Teir, sum fiska upsa, koma neyvan at landa í vikuni, meðan tann triði landar síðst í vikuni. Tríggir eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta umborð. Partrolarar: Tey flestu pørini eru eystanfyri. Tey landa, sum vikan líður. Fiskaríið er ov vánaligt, tá man hugsar um árstíðina, men vónandi fer tað at taka seg upp nú. Trolbátar: Allir trolbátarnir fiska havtasku fyri tíðina. Bara ein er úti, men hinir fara helst allir út um vikuskiftið. Ein landar mánadagin, meðan hinir koma at landa síðst í vikuni. Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni. Fiskaríið er heldur frægari nú. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.Downloada alla metingina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder