Vinna

Meting um tilfeingið vika 40

...

2013-09-28 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Meting um tilfeingið vika 40
Friday, 27 September 2013
Samandráttur: Línuskip: Seks línuskip eru undir Íslandi og fýra er undir Føroyum. Væntandi fer okkurt línuskip út um vikuskifti. Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu, svartkalva og hýsu. Vit væntað at 2-3 línuskip landa mánadagin og 2-3 seinni í vikuni. Línuskipini undir Føroyum fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu. Møguliga landar onkur mánadagin, men helst landa tey seint í vikuni. ??tróður. Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar út á vikuna. Veðri verður eisini gott, serliga fyrst í vikuni, so vit væntað nakað av útróðri í vikuna. Bátarnir fáa ein blanding av toski og hýsu og so nakað av hvítingi. Onkur er eisini, sum roynir eftir kalva. Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og landa teir mánadagin. Tríggir fiska á djúpum, fáa mest svartkalva, kongafisk og blálongu. Teir landa helst síðst í vikuni. Tveir aðrir fiska eisini svartkalva, men teir frysta umborð. Partrolarar: Nú eru teir flestu partrolararnir farnar at fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Landa sum vikan líður. Eitt par fiskar gulllaks og eitt fiskar makrel. Trolbátar: Ein trolbátur er nýliga byrjaður túr. Hann kemur møguliga inn síðst í vikuni. Allir hinir trolbátarnir liggja inni, men møguliga fer onkur út í næstum. Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskarí er brúkiligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder