Vinna

Meting um tilfeingið vika 36

...

2013-08-31 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samandráttur:

Línuskip: Tvey línuskip eru á Flemish Kap, seks eru undir Íslandi og tvey eru undir Føroyum. Skipini á Flemish Kap fiska tosk, annar landar fyrst í vikuni, meðan hitt landar ikki í vikuni. Skipini undir Íslandi fiska mest brosmu og longu, men koma nokk eisini at fiska nakað av toski, hýsu og blálongu. Tvey landa mánadagin og so landar eitt, møguliga tvey seinni í vikuni.Tey undir Føroyum fiska á djúpum vatni og fáa mest av brosmu og longu og landa bæði mánadagin.

??tróður. Streymurin verður góður, men veðri fyrst í vikuni verður ikki gott, so tá verður lítið av útróðri. Seinni í vikuni blívur veðri betri og streymurin er eisini brúkiligur, so tá verður helst nakað av útróðri.. Bátarnir fáa ein blanding av toski og hýsu og so nakað av hvítingi. Onkur er eisini, sum roynir eftir kalva.

Djúpvatnstrolarar: Allir, uttan ein, fiska makrel. Tann eini, sum fiskar á landgrunninum (fer møguliga út um vikuskiftið), fiskar mest upsa, men fer møguliga eisini á djúpt vatn at fiska svartkalva. Hann landar neyvan í vikuni.

Partrolarar: Tað eru fýra pør sum fiska á landgrunninum, fáa mest upsa, men fáa tó nakað av longu, tosk, kongafisk og svartkalva sum hjáveiðu. 3 pør fiska gulllaks og 4 pør fiska makrel. Vit væntað at eitt par við upsa landar mánadagin og so verða hini seinni í vikuni

Trolbátar: Allir liggja inni (fríggjadag 30/08), men fara út tá veðri batnar. Smb. veðurforsøgnini, so verður tað neyvan fyrr enn týsdagin, at trolbátarnir fara út. Tí er ikki vantandi, at nakar trolbátur landar í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskarí er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder