Vinna

Meting um tilfeingið fyri viku 50

...

2014-12-07 14:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fiskamarknaðurin skrivar:

Samandráttur: Línuskip: Vit vantað  tvey línuskip mánadagin og so tvey seinni í vikuni. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fleiri skip fara út um vikuskiftið og landa so aftur í aðru viku. So leggja tey til jóla. Skipini fiska mest tosk, hýsu, longu og brosmu.

  ??tróður. Streymurin verður hampuligur, men veðri verður vánaligt, so tí er útlitini fyri útróður ikki góð. 

Djúpvatnstrolarar: Allir ísvatnstrolarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út um vikuskiftið. So eru tveir frystitrolarir til fiskarí. 

Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður. Fiskaríið er smáligt eftir upsa. 

Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Fara út at fiska havtasku, tá veðri verður betri. Sum veðurforsøgnin er, kann tað ganga ein rúm tíð, áðrenn bátarnir loysa. 

Garnaskip: Tað eru 3 garnaskip á svartkalvaveiðu. Eitt landar møguliga mánadagin, men helst landa tvey síðst í vikuni. Tað triðji frystur umborð. Fiskaríið er smáligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder