Ítróttur

Meting um CocaCola-finaluna hjá monnum

...

2014-02-07 01:31 Author image
placeholder

 Vit hava fingið Jan Ottosen at meta um CocaCola-finaluna hjá monnum. Jan metir at finaludysturin verður sera javnur, har spenningurin kemur at halda sær til seinasta bríksl.

Meting um kvinnudystin kemur í morgin.

CocaCola-finalan KÍF-Kyndil:

Vit gittu longu tá CocaCola kappingin byrjaði, at júst KÍFog Kyndil endaðu sum finalulið. KÍF hevur tey seinastu 3-4 árini leikt teirflestu finaludystirnar, og eru líka sum vandir við uppgávuna. Eingin ivi er um,at tey flestu roknaðu við at KÍF fór at koma í finaluna, longu tá ið kappinginbyrjaði. Eisini áðrenn kappingin byrjaði, vóru tað fleiri, sum gittu at Kyndilfór at koma langt, og kanska fóru at koma í bæði CocaCola- og AtlanticAirways-finaluna. Teir hava tó verið eitt sindur svingandi í kappingini, menvið nýggju skipani, nú CocaCola- kappingin verður leikt í januar og februar,sær út til, at Kyndil hevur fótað sær og eru komnir í toppform til røttu tíð ???eisini eru teir við í oddakappingini í Atlantic Airways-kappingini.

Í løtunni eru tað 3 lið, sum eru jøvnsterk - tey eru Kyndil,KÍF og StÍF. KÍF vann hálvfinaluna á StÍF í einum gysara av teimum heilt stóru,har eingin málmunur var, tí gjørdist tað avgerandi hvør fekk flest mál áútivølli og tá vann KÍF. Javnari kann tað ikki blíva - tað er bæði gott fyrihondbóltin og áskoðarar. Hyggja vit eftir tí seinasta dystinum í bólkaspælinummillum Kyndil og StÍF, so vann Kyndil dystin á Skála, tó var avgjørt longuáðrenn dystin at  StÍF kom víðari, sokanska teir ikki góvu seg 100%. Havandi tann dystin millum Kyndil og StÍF ogsomuleiðis dystirnar millum StÍF og KÍF í huganum, so rokni eg við eini serasera spennandi finalu.

HV??R VINNUR SO? Mítt boð er ein heilt javnur dystur, harbæði liðini standa til at hava 50% kjans.

Skal Kyndil vinna dystin, so er uppskriftin sera einføld.Teir skulu avslutta orduliga, so at teir kunnu klára til heim í verju, fyri atstoppa tí fantastiksu kontramaskinuni hjá KÍF. Klárar Kyndil tað, og  hava teir eina góða verju og ein góðan málmann, so verður trupult hjá kollfirðingum at fáa nógv mál. Tá  verður Magnus Müller tað vandamiklasta vápnið,hann er byrjaður at bumba mál inn fyri KÍF, hann hevur eitt virkuliga gottskot, og kann verða maðurin sum kemur at skora flest mál fyri teir reyðu. Klárateir grøna úr Havn tær uppgávurnar, so er ikki neyðugt hjá teimum at fá so nógvmál fyri at standa eftir sum CocaCola-vinnari.

KÍF er favorittur til sigurin, tí kunnu teir ikki rennaundan, teir liggja nummar 1 í landskappingini, og hava verið tað liðið, sumhevur vunnið mest dystir tey seinastu 4-5 árini, og í fjør vunnu teir eisinigreypuna. So tað er klárt, at teir eru favorittar. Hjá teimum telur tað eisini,at koma skjótt aftur í verju -  eftir atteir hava veri í álopi,  verjan verðuravgerðandi um hvør vinnur CocaCola-finaluna. Teir mugu og skulu eisini havagongd á teirr kontramaskinu, um teir ætla at fáa sigurin í hús. Um Kyndlaspælarnir bara slappa av í 5 min, so vera teir revsaðir við 3-4-5 málum fyritað, og tað vil siga - at teir tapa dystin. Mótsatt so skal KÍF leggja fokus á nakrar spælarar á Kyndla liðnum ???málmennirnir koma eisini at hava avgerandi leiklut.

Finnnur og David eru báðir góðir spælarar, teir báðir kunnufáa 10-15 mál tilsamans. Eg haldi, at tað er líkamikið um teir verða mansvardir,ella um man ger onnur ???speciell triks???móti teimum. Nei lat teir skora tað, oghavi heldur eitt sindur meira fokus á allar hinar spælararnar, og haldi teimumburtur frá málinum. So  skulu teir reyðubara seta nøkur skot afturat í málið hjá Kyndil, so hava teir eitt sindur meiraat geva av.

??rslit: Ein verju- og heimrenningar dystur, har tað liðið ífyrst missir takið tapur dystin. Haldiat bæði liðini hava 50% kjans, men Kyndil skal kempa eitt sindur meira, fyri atfáa sigurin í hús.

K??F-arnir hava vilja av stál, teir kunnu blíva við og blívavið  og kempa allan dystin.

Ein sera spennandi finala, við nógvum spenningi í60-minuttir ??? Tað hevur verið ein spennandi steypakapping og leygardagin verðurspenningurin í topp til CacaCola-vinnarin er funnin.  

Toppskjúttarnir í steypakappingini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder