Ferðafólkatalið á flogvøllinum setti aftur meti í 2013. Vøksturin í 2013 var 4.7% ella 11.000 fleiri ferðafólk. Hetta merkir, at 236.181 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í 2013. Gamla meti bleiv sett í 2012, tá 225.532 ferðafólk ferðaðust umvegis flogvøllin.
Samlaði ferðafólkavøksturin seinastu 10 árini er sostatt heili 45%. Frá 162.917 ferðafólkum í 2003 til 236.181 ferðafólk í 2013.
Vøkstur hóast onga óljuflúging í 2013
Í 2012 var ein partur av vøkstrinum beinleiðis tengdur at óljuflúgingini sum var í samband við óljuleitingina sum fór fram í føroyska landgrunninum. Í 2013 var onki virksemi av slíkum slag.
Tó so væntast óljuflúgving aftur í 2014, tí at Statoil hevur meldað út, at tey og onnur fara at hava virksemi í føroysku undirgrundini komandi ár. Eisini ein framgongd var at hóma innan farmaflutning í 2013. Har var vøkstur fyri fyrstuferð í nógv ár ogv vøksturin var 3.8%
Betur umstøður á flogvøllinum og hjá Atlantic Airways
Vága Floghavn metir, at tær íløgurnar sum hava verið gjørdar í Vágum seinastu árini og íløgurnar hjá Atlantic Airways í nýggju airbussarnar hava bøtt munandi um møguleikarnar hjá føroyingum at ferðast út í heim, og ikki minst møguleikan hjá útlendingum at vitja Føroyar.
Sum tað sær út so hevur tað serliga merkt fleiri ferðafólk ímillum Danmark og Føroyar. Noreg sær út til at standa í stað, ímeðan ein lítil vøkstur er at hóma til Bretlands og ein lítil minking er at hóma til Íslands.
???Vit eru glað fyri at føroyingar og eisini útlendingar hava tikið sera væl ímíti nýggju rutunum hjá Atlantic Airways beinleiðis til Barcelona og Milano. Hetta ger tað nógv meira ómakaleyst hjá føroyskum famlijum at ferðast bíligari og beinleiðis til familjudeplar í heitum londum???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn
Betur skipað marknaðarføring av Føroyum
Tað sær eisini út til, at íløgan hjá Vinnumálaráðnum í meira marknaðarføring av Føroyum og ein umskipan av Ferðaráðnum, byrjar at geva avkast.
???Tað sær út til at føroysk ferðavinna hevur lært av eitt nú alifyritøkunum, um at taka seg saman undir eitt os sama brand fyri at standa sterkari í útheiminum og ímillum útlendsku frámerkini. Tað arbeiði sum Visit Faroe Islands nú eisini ger, við støði í hækkaðu játtan teirra á fíggjarlógini, merkir at tey nú hava umstøður til at vera eitt veruligt lokomotiv til tess at menna Føroyar sum ferðafólkaland og kunnleikan til Føroyar í útheiminum???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Vága Floghavn hevur eisini arbeitt tætt saman við Visit Faroe Islands í 2013. Eitt nú arbeiða feløgini saman í samband við at samla inn hagtøl og eisini til tess at marknaðarføra bæði bøttu umstøðurnar á flogvøllinum og Føroyar sum ferðafólkaland.
Spennandi 2014
2014 verður uppá nógvar mátar eitt spennandi ár hjá teimum sum brúka Vága Floghavn sum teirra portur til útheimin. Í maj stendur nýggja farstøðin og tænastubygningarnir vónandi klárir. Frá ferðavinnuni ljóðar, at tað er framgongd innan bíleggingar av ferðum til føroyingar sum ætla sær uttanlanda og ikki minst framgongd av útlendingum sum ætla sær til Føroyar. Eisini kemur óljuborðingin at skapa nógv virksemi á flogvøllinum í 2014.
???Vága Floghavn arbeiðir miðvíst við at menna ferðasambandi umvegis flogvøllinum; og arbeiðir tískil tætt saman við Atlantic Airways fyri at fremja øktan eftirspurning. Vága Floghavn hevur eisini leypandi samskifti við onnur flogfeløg sum kunnu hugsast at hyggja nærmari at Føroyum sum eitt av teirra ferðamálum???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.
Í 2013 hevur Vága Floghavn haft vitjan frá umboðum fyri fleir útlendsk flogfeløg, men tað tekur tíð at byggja upp rutur og arbeiði heldur tískil áfram. Eisini hava fleiri einstakir chartertúrar verið við flogfeløgum sum ikki hava verið her áður. Nevnast kunnu Austrian Airlines, BMI regional og onnur minni flogfeløg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald