JN

Merkta grindin er í Íslendskum sjógvi

...

2019-07-16 13:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi. Tað var sunnudagin 7 juli, at ein lítil grind á 16 hval varð rikin inn á sandin í Syðrugøtu, har fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast. 

Eftir at hava ligið á víkini tað mesta av mánadegnum, fór grindin um kvøldið norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi. 

Eftir tveir dagar í hesum øki hevur grindin nú í seks dagar hildið kósina í ein beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á uml. ein fjórðing um tíman og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi. Hetta er fyrstu ferð, at merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum. 

Tjóðsavnið vil nýta høvi at takka sýslumanni, grindaformonnum og sjálvbodnum fólki fyri alla hjálp í samband við merkingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder