2014-07-24 15:25
Okur eru 21 manns ið hava leigað Johannu til Oslo í samband við Ársfund og festival felagnum www.kysten.no
Tiltakið er stuðlað av "Mentanarmálaráðnum, Tórshavnar kommunu, Smyril Line, Effo, Føroya Bjór, Okkara, Bakaríið Miðberg og Torginum í Vági". Haraftat stuðlaði Eimskip serliga væl tá sama stevna var í Stokholm í fjør.
- Tað er felagið Teinæringur ið skipar fyri ferðini til Oslo, okur hava leigað Johannu og mannskapið eru menn ið hava áhuga í sigling og rógving við træbátum og skipum ! Tað at vísa fram føroyska útróðrar og veiðimentan , handarbeiðið og ullvørur, er ein partur av átakinum.
Hetta hevur annars verið ein fínur túrur og nógv fólk hava vitja umborð og á básunum, sigur manningin á Jóhonnu í skrivi.
Sluppin Johanna er karmur um føroyska mentan í Oslo í ár.
Okur hava 2 árabátar við og alla útgerð.
Karin Brattaberg.: heldur fyrilestur um ???at gera sjómannin út við klæðum úr ull???, og sýnir ullarbeiði fram á básinum.
Johan Olsen bátasmiður , hevur lítlan bát í gerð og sýnir fram bátasmíð uttan fyri básin.
???Royndin??? stórt fýramannafar frá 1889 verður eisini sýndur fram við básin.
???Leiftur??? nýsmíðað 6-mf, bátasmiður Kai Hammer, verður flotaður og luttekur í tiltøkum, róður og sigling á Bjørvika.
Aðrir sýna føroyskt handverk fram á básinum, so sum hornarbeiði og knívagerð.
4 planchur sýna føroyska náttúru, mentan og mál.
Vit gera ullarbond og -tog á snørisgøgnum við ella umborð á Johannu, sum liggur beint við Operana.
Sirri selur ullvørur.
Ein stýriborðsár av Svaninum verður sett upp saman við hundaratals norskum árum í eini minnisstandmynd.
Um og tá ið høvi býðst taka vit saman og kvøða okkurt stutt, og syngja onkran sjómanssangin.
Sluppin Johanna TG.326 og manning umboða føroyska mentan á Norðurlendsku Strandamentanarstevnuni, sum verður hildin saman við Forbundet Kystens Landstevne, - eisini í sambandi við 200 ára Grunnlógarhaldið í Noregi.
Komandi ár verður stevnan hildin í Álandi, og vónandi verður strandamentanarstevnan hildin í Føroyum í 2016.
(Føroyskir TR??BÁTAR standa undir framsýningini á básinum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald