Í ár eru á fyrsta sinni nakrantíð settir pengar av á fíggjarlógini til film, og nú hevur Mentamálaráðið stuðlað níggju filmsverkætlanum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er fegin um, at tað við hesum er brotið upp úr nýggjum á kreativa mentanarøkinum, og at serstaka játtanin til film nú kann vera við til at menna filmsøkið. Við stuðlinum verður møguligt at fremja fleiri filmsverkætlanir, sum vit vónandi fara at síggja góð úrslit av.
Stuðulin verður latin til hugskotsmenning, framleiðslu, útbreiðslu og liðugtgerð, sum alt eru týðandi tættir, tá filmar verða gjørdir.
Tað vóru tilsamans 22 umsóknir, og av hesum fingu níggju stuðul, sum tilsamans er 485.000 kr.
Stuðulin er latin til ymisk sløg av filmi. Eitt nú stuttfilm, heimildarfilm, teknifilm og spælifilm.
Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul játtaðan, eru:
Lítla Dímun | Dokumentarfilmur um lítla Dímun | 50.000,00 |
Blue Bird Film | Liðugtgerð av spælifilminum Ludo | 100.000,00 |
Einar Larsen | Kolasøgan 1750 til 2000 | 50.000,00 |
Sakaris Stórá | Menna leikrit til spælifilm | 40.000,00 |
Torfinnur Jákupsson | Krimi sjónvarpsfilmur - Trom | 50.000,00 |
Anton Petersen | Spælifilmur - Stain | 85.000,00 |
Green Animation Studios | Filmur um Kópakonuna | 50.000,00 |
Ingun í Skrivarastovu | Summarnátt og Vetrarmorgun, útbreiðsla | 45.000,00 |
Sámal Jákup Jakobsen | Filmurin Eld, men ikki eldri | 15.000,00 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald