Politikkur

Menningarhjálp ??? játtanin er lág, men føroyingar eru gávumildir

...

2020-12-14 22:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru túsundtals kontoir á fíggjarlógini og tí ber illa til at viðgera allar til botns. Tað er tó ein konto, sum hevur vakt ans hjá mær: Menningarsamstarv og neyðhjálp, sum hevur eina árliga játtan á 9 mió. kr.

Nøkur hava funnist at hesi játtan og summi enntá sagt seg skammast við, at hon er so lág. Hesi úttalilsi hava fingið meg at hugsa um menningarhjálpina úr Føroyum.

Ja, játtanin er lág, um vit sammeta okkum við ST málið og t.d. Danmark:

-       ST: málið er, at játtanin hjá einstøku londunum skal vera í minstalagi 0,7% av BTI(Brutto tjóðar inntøka)

-       Føroyar: tær 9 mió. kr. svara til áleið 0,043%av BTI (BTI er bert tøkt fram til 2017)

-       Danmark: í 2017 svaraði teirra játtan til 0,74%av BTI

-       Niðurstøðan: danir játtaðu góðar 17 ferðirso nógv til menningarhjálp, samanborið við føroyingar, um vit brúka hetta mátið

Eg havi sjálvur víst á, undir valstríðnum, at hendan játtanin skuldi verið hægri. Eg vil tó ikki fara so langt og siga, at eg skammist við, hvat vit føroyingar geva úr landskassanum. Tað er jú altíð lætt at peika á felagskassan.

Vit kunnu eisini venda tí móti okkum sjálvum og kanna hvat vit persónliga geva til slík endamál? Her vil eg pástanda, at miðal føroyingurin er sera raskur at geva av síni ogn til vælgerandi endamál.

Vit kunnu brúka bússu-innsavningina, hjá Reyða Krossi í 2015, sum ein stikkprøva (Sambært grein hjá IN.fo):

-       Føroyar: 49.000 borgarar góvu 1.414.00 kr. = 28,86 kr. pr. borgara

-       Danmark: 5.660.000 borgarar góvu 25.500.00 kr. = 4,51 kr. pr. borgara

-       Niðurstøða: ein miðal føroyingur gav 6,41 ferðirso nógv, samanlíknað við ein miðal danskara

Eg trúgvi, at hetta eisini er galdandi fyri føroyingar, tá tað verður givið til líknandi endamál. Føroyingar eru gávumildir og hetta ger stóran mun, bæði í Føroyum og úti í heimi. Ikki bara tað sum fer úr landskassanum.

Tað at fara niður í egnan lumma, heldur enn at at peika á felagskassan, ger eisini nakað heilt serstakt við einstaka føroyingin sum persón.

Ja, játtanin er í lægra lagi til menningarhjálp, men vit mugu ikki gloyma gávumildni hjá føroyingum og hvørja ávirkan tað hevur á onnur og borgararnar í okkara samfelagi.

Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder