Føroyska toskakvotan verður 100 tons størri enn í ár, men heildarveiðan av rækjum á Grand Bank minkar niður í helvt.
Føroyingar sleppa eisini at fiska tosk á Flemish Cap næsta ár. Kvotan er 3.246 tons, 100 tons meira enn í ár.
Tað varð samtykt á ársfundinum hjá NAFO, sum viðger fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin var í Halifax í Kanada. Línuskipini høvdu góðan fiskiskap á Flemish Cap í ár, og øll kvotan varð fiskað. Fyri ársfundin mæltu fleiri limalond og vísindaliga ráðgevingin til, at eingin rækjufiskiskapur skuldi vera á Grand Bank næsta ár, tí stovnurin verður mettur at vera illa fyri.
Rækjuveiðan niður í helvt
Tað eydnaðist tó føroysku sendinevndini í tøttum samstarvi við onnur limalond at tryggja føroysk áhugamál. Og rækjufiskiskapurin á Grand Bank heldur fram. Samtykt varð kortini at minka heildarveiðina niður í helvtina av tí, hon er í ár, tí stovnurin minkar skjótt. Heildarkvotan verður 4.300 tons. Føroyska kvotan er góð 10 prosent, sløk 430 tons í 2014.
Heldur ikki næsta ár verður loyvt at fiska rækjur á Flemish Cap. Har hevur verið forboðið at fiska rækjur síðani 2011. Harafturat eiga føroyingar 197 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski í NAFO-økinum næsta ár, tað skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald