2013-09-10 16:33
Higartil í ár hava lønirnar verið um 590 milliónir kr. um mánaðin, men bæði í juli og august hevur verið framgongd, og í august fóru lønirnar aftur upp um 600 milliónir.
Lønargjaldingar í vinnugreinunumLønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, men tá er ein annar møguleiki at samanbera árið higartil, so sum tað er gjørt í talvuni niðanfyri. Ein partur av vøkstrinum innan almennar tænastur kemur av, at tað var verkfall í fjør.
Stutt um árstíðarjavning og trendin Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.Til ber at lesa meira um árstíðarjavningher. |
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja íhagtalsgrunninum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald