JN

Meginparturin av elnetinum lagdur í jørðina

...

2014-01-15 19:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Umleið 75 prosent av føroyska háspenningsnetinum er nú kaðallagt, eftir at ein miðvís tilgongd at leggja háspenningin sum kaðlar fór í gongd eftir jólaódnina í 1988. Brekini eru harvið eisini vorðin munandi færri. 


Miðvísa arbeiðið at kaðalleggja elnetið hjá SEV heldur fram, og um átta ár liggja bæði 10 kV og 20 kV netini sum kaðlar um alt landið, um alt gongur sum ætlað. Hetta eru netini, ið flyta streymin frá koplingarstøðum og út til 400 V netið, ið gongur út til húsarhald, stovnar og virkir.

            SEV hevur lagt alt 400 V netið sum kaðlar, og umleið 75 prosent av 10 og 20 kV netunum eru higartil kaðalløgd. Hesi netini eru 828 km til longdar, og 400 V netið er 764 km langt.

            Tað var eftir jólaódnina í 1988, sum fór illa við øllum elnetinum, at SEV fór undir eitt miðvíst arbeiði at taka linjur niður og leggja netið sum kaðlar. Tá ið 10 og 20 kV netini eru endaliga løgd sum kaðlar í 2022, er bert eftir at fáa 60 kV netið í jørðina. Ein miðvís ætlan verður í næstum løgd fyri at kaðalleggja alt 60 kV netið.

60 kV netið er stóra flutningsnetið, ið flytur streymin frá elverkunum og út til býtiskervið hjá SEV, sum er 10 og 20 kV netini, ið flyta streymin víðari út til 400 V netið. Longdin á 60 kV netinum er 112 km, og av hesum liggur bert tað, ið er lagt av nýggjum seinnu árini, sum kaðlar ??? 30,5 km ella 27 prosent.

Nú vindmyllulundin verður bygd saman við eini koplingarstøð í Húsahaga, verður eitt strekki av 60 kV netinum kaðallagt millum koplingarstøðina í Húshaga, Sundsverkið og koplingarstøðina í Varðagøtu í Havn. Ein partur av  hesum linjunum fekk skaða í ódnarveðrinum beint fyri jól, og tað er umvælt. Nýggja 60 kV strekkið niðan í Húsahaga og inn á Sund verður eftir ætlan tikið í nýtslu um eitt ár, og tá verður umvælda linjan tikin burtur.

Miðvísa kaðalleggingin, sum fór í gongd fyri 25 árum síðani, hevur havt við sær, at brekini á háspenninginum eru lækkað munandi síðani síðst í 80???unum. Í 1989 vóru 197 brek staðfest á háspenninginum, og hetta talið var 22 í 2012 og 23 í 2011. Sostatt er talið av brekum minkað 89 prosent eftir 25 árum, tó at gongdin ikki altíð hevur verið javnt lækkandi, sum stabbamyndin eisini vísir.

Brekini á háspenninginum eru ikki at javnmeta við streymslit, men tey kunnu í einstøkum førum elva til slit. Tað er kortini eingin ivi um, at kaðalleggingin hevur minkað talið av streymslitum, tí stórur partur av netinum liggur nú niðri í jørðini væl vardur ímóti ódnarveðri. Hetta saman við nýggju skipanini Power Hub er alt við til at fyribyrgja streymslitum í Føroyum.

 

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder