Vinna

Meginfelag ??tróðrarmanna undrast yvir, at trolarar fáa fleiri rættindir á innaru leiðunum

...

2021-04-21 14:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Meginfelag ??tróðrarmanna vil hervið heita á Fiskimálaráðharran, um ikki at broyta kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar. Skulu útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, so verður skjótt eingin útróður longur.

Meginfelag ??tróðrarmanna undrast yvir, hvussu tað hongur saman við umsitingarætlanini, at trolarar fáa fleiri rættindir á innaru leiðunum.

Meginfelagið vil eisini minna á, at bólkarnir 4 og 5 vórðu ???gloymdir???, tá ið makrelurin varð útlutaður.

Eingin hjálparpakki var til útróðrarflotan, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn vegna koronu.

Skal lína/snella nú kappast við troling á innaru leiðum eisini, verður steinur lagdur oman á byrðu.

Víst verður eisini til hoyringsskriv frá Fiskivinnuráðnum og onnur hoyringsskriv, sum ikki taka undir við kunngerðini.

Meginfelag ??tróðrarmanna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder