Sum vit skrivaðu fyrr í dag, tá ið vit løgdu eina grein út frá FaroeSoccer.com, stóð at lesa at "Kærur kunnu avgera 2. deild". Ein av kærinum snúði seg um, at MB hevði kært B36 í dysti tann 20. septemper har B36 vann 3-2 á oddaliðnum úr Miðvági. Men oddaliðið úr Miðvági, hevur í dag fingið viðhald í kæruni og ger at teir vinna dystin 3-0.
Ein onnur av kærinum, sum stóð at lesa um í greinini fyrr í dag var, at B71, sum liggur nummar tvey, bert tað eina stigi framman fyri Giza, hevði kært ÍF í dysti 27. septemper, har ÍF vann 2-0 á B71. Tann kæran verður viðgjørd í morgin, hevur jn.fo frætt.
Í seinasta dystinum í 2. deild, møtast B71 og MB á Sandi, um MB vinnur tann dystin og B71 taptur kæruna móti ÍF, og um Giza vinnur komandi dyst, hevur við sær, at Giza flytur upp saman við MB. Men vinnur B71 sína kæru í morgin, so flyta teir upp saman við MB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald