JN

Mátingar gjørdar í firðunum í Norðoyggjum

...

2014-07-15 22:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin 9. juli í farnu viku vórðu mátingar gjørdar, sum staðfestu eitt sonevnt avlæst botnlag við lágum oxygen innihaldi á nøkrum av firðunum í Norðoyggjunum. Hesi økini vóru Borðoyarvík, Árnafjørður, Hvannasund norðan fyri byrgingina og Haraldssund norðan fyri byrgingina. Mátingarnar vórðu gjørdar við einum tólið, sum umframt oxygen eisini mátar hita, saltinnihald og dýpi. Eisini vórðu sjógv sýnir tikin, sum skulu kannast á starvstovu á landi, men eru hesar kanningarnar ikki lidnar enn.

Lægstu oxygen virðini vórðu staðfest á Borðoyavík. Í Hvannasundi norðan fyri byrgingina og í Haraldssundi var oxygen innihaldi við botnin, har tað var djúpast, eisini í lægri lagi. Støðan var frægari í Árnafirði henda dagin. Tó sæst ábending um botnlag eisini í Árnafirði. Ongar mátingar vórðu gjørdar í sunnari pørtunum av Hvannasundi og Haraldssundi.

Hesir firðirnir hava allir eina grynnu við munnan, sum er einar 5-15m grynri enn djúpastu økini inni í firðunum. Mátingarnar vístu eitt botnlag innan fyri grynnuna, sum umleið svaraði til hæddina á grynnunum. Hesin sjógvurin er eitt sindur kaldari og tyngri enn sjógvurin omanfyri. Við so tunnum botnløgum er samlaða oxygennøgdin í botnlagnum rættuliga avmarkað. Tá oxygen nýtslan hjá djóralívinum og bakterium á botninum stórt sæð framhaldandi er tann sama, kann tað tískil ganga rættuliga skjótt at oxygennøgdirnar verða so lágar, at djóralívið verður ávirkað og í ringasta føri doyr, sum dømir hava verið um seinastu vikurnar.

Leiðbeinandi verður sagt at djórini byrjar at ávirkast, tá oxygennøgdin í sjónum er undir 4 mg/l, og flestu djór yvirliva bert í stutta tíð, um oxygen nøgdin er minni enn 2 mg/l.

Hinvegin, tá botnløgini eru so tunn, so skal ikki nógvur røringur til at niðurbróta hesi botnløgini, og tey verða útskift við meira oxygenríkum sjógvi. Tískil var tað umráðandi at fáa framt hesar mátingarnar beinanvegin, soleiðis at eitt minsta mát av skjalfestan kundi fáast av fyribrigdinum, sum hevur verið at sæð í summar. Mátingarnar vórðu framdar av Fiskaaling í samstarvi við Havstovuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder