
Arbeiðsuppgávurnar verða:
??? Ábyrgd av lúsafyribyrgjandi tiltøkum, herundir útgerð til lúsafyribyrging
??? Eftirlit við rognkelsum, herundir fylgja við í trivnaði og lúsaáti.
??? Taka lut í ASC arbeiðnum
??? Taka lut í globala samstarvinum hjá Marine Harvest
Vit ynskja at tú:
??? ert lívfrøðingur, djóralækni, fiskaheilsukandidatur ella hevur aðra viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving.
??? kanst arbeiða sjálvstøðug/-ur og kunna taka avgerðir
??? góðan kunnleika til enskt í skrift og talu
??? góðan telduførleika
Marine Harvest bjóðar:
??? Góðar arbeiðskarmar og góðar tryggingarskipanir
??? Góðar starvsfelagaðar og eitt gott arbeiðsumhvørvi
??? Avbjóðandi arbeiðsuppgávur við góðum møguleikum at mennast fakliga
Starvið hevur tilvísing til góðskuleiðaran.
Løn sambært avtalu.
Meira kunning um starvið kann fáast frá góðskuleiðara okkara, Gudny Vang, á telefon 791005
Umsókn skal sendast til
[email protected] ella
til Marine Harvest Faroes, Ternubrekkan 3,
695 Hellurnar.
Umsóknarfreistin er 4. juli 2016, og vit ynskja at tú byrjar so skjótt til ber.
Marine Harvest Faroes er partur av altjóða fyritøkuni Marine Harvest ASA, sum er skrásett á Oslo Børs og á New York Stock Exchange.
Í Føroyum ala vit laks á Oyndarfirði, í Sundalagnum og á Sandsvág. Smoltið ala vit á Hellunum, og har er eisini skrivstova okkara.
Vit eru um 40 fólk, og leggja vit serliga dent á góðan trivna, og á góð arbeiðsviðurskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald