Lýsing

Manning til ???M/S Víking???

...

2021-12-10 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit søkja eftir manning til ???M/S ???Víking???, sum siglir við smolti til alibrúk okkara kring oyggjarnar.

Manning til ???M/S Víking???

Vit søkja eftir manning til ???M/S ???Víking???, sum siglir við smolti til alibrúk okkara kring oyggjarnar. Vit hava tveir brunnbátar, sum sigla við smolti, og ???Víkingur??? (181BT) er annar. Sum manning gerst tú partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi ??? tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

Vit sóknast eftir manning við hesum førleikum:

Skipari

Vinnubræv sum Heimaskipari við handilsskipum STCW-reg. II/3

Radioloyvi (min. LRC)

Heilsuprógv & Trygdarskeið

Søk starviðher

Stýrimaður

Vinnubræv sum Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum STCW-reg. II/3

Radioloyvi (min. LRC)

Heilsuprógv & Trygdarskeið

Søk starvið her

??fulltikin dekkari

Heilsuprógv & Trygdarskeið

Harumframt er fyrimunur, um tú hevur dugnaskaparbræv sum motorpassari.

Søk starvið her

Vangamynd

Tú hevur viðkomandi útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og royndir frá rakstri av brunnbáti. Tú ert áhugaður at arbeiða við djórum og djóravælferð.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.

Vit bjóða

Talan er um áhugaverd størv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um størv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskpian 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum avvarandi fakfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til [email protected].

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna undir viðkomandi starvi.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. desember 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og Skotlandi, har Bakkafrost eigur skotsku alifyritøkuna SSC. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið F??RKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder