Vinna

Makrelurin næstan uppi

...

2013-09-30 22:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Makrelkvotan í ár er við at vera uppi. Til í dag hevur Fiskiveiðieftirlitið fingið fráboðan um, at 132.000 tons av makreli eru fiskað av kvotuni, sum er 142.000 tons.

Nótaskipini hava 2.800 tons eftir. Hitt, sum er eftir, eru tonsini, sum eru sett av til royndarfiskiskap, og ein felagskvota til annan reiðskap enn trol og nót.

Meira er eftir av norðhavssild. Av teimum 99.000 tonsunum, sum føroyski flotin fekk, eru 36.000 tons eftir. Nótaskipini eiga nógv tað mesta, sum er eftir av sildini.

Landskassin hevur higartil fingið 100 mió. kr. í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi fyri makrel og sild.

Kelda kvf.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder