Ein semja um býtið av makrelinum er nær. Makrelfiskiskapurin nærkast. Í ár má býtið skipast soleiðis at allur heimaflotin fær ein part av hesum vælsignaða ríkidømi sum er komið í okkara sjógv í størri mongdum enn nakrantíð
Tað er ómetaliga hugaligt at síggja hvussu Pelagiska tilfeingið nørist í Føroyskum havøki. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri alt okkara samfelag. Nótaflotin hevur ikki havt so góðar dagar nakrantíð. Ein nýggj spennandi tíð er byrja í Suðuroynni, eftir at Varðin Pelagic byrjaði sítt virki á Tvøroyri. Kollafjørð Pelagic hevur sanniliga skapt nógv arbeiði til mong og nú kemur nýtt virkið í Fuglafirði, Pelagos, sum kemur at útvega eini 80 nýggj arbeiðspláss. Soleiðis kundi ein hildið á við mongum góðum søgum um uppgongdina í pelagisku vinnuni, men tíverri hevur illa sperdi heimaflotin als ikki fingið ágóðan av hesum veldiga ríkidømi, vit hava sæð hesi seinastu árini. Tað má broytast í ár.
Tað eru heilt serligar umstøður og tað eru óvanliga stórar mongdir av markeli í Føroyskum sjóøøki, og tá kann man eisini politiskt taka óvanligar avgerðir.
At nótaflotin, ídnaðarskip, flakatrolarar og rækjuskip fáa sín part er sjálvsagt, men vit eiga at lata øllum heimaflotanum ein part av makrelkvotuni, sum veruliga kann geva eitt íkast, nú tað í so mong ár hevur verið so lítið at fingið undir Føroyum av botnfiski. Vit eiga lata upp til heimaflotan at avgerða sjálvir, hvussu teir fáa makrelin til høldar. Best er um heimaflotin framhaldandi fiskar botnfisk, til tess at halda virkseminum á landi uppi.
Tað eru fleiri mátar at býta kvotuna ímillum ymisku bólkarnar, men tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið semju um tað. Hetta skal so verða galdandi fyri eitt ár í senn, og bara so leingi vit hava óvanlig viðurskifti.
Tá eg tosið um heimaflotan, so meini eg allan heimaflotan. Trolarar, línuskip, garnaskip, útróðrabátar og fult riknar útróðarbátar í bólki 5.
Tað verður tosað um at nýggjir aktørar mugu sleppa framat fiskivinnuni. Tann møguleikin er hvønn dag, men treytin er at tú hevur fígging. Men at tosað um at lova nýggjum aktørum framat makrelfiskiskapinum er púra burturvið, áðrenn heimaflotin, sum í ártíggjir hevur verið við til at hildi samfelagnum uppi, fær sín sjálvsagda part av markeltilfeinginum.
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Politikkur
Makrelurin nærkast ??? heimaflotin má fáa sín sjálvsagda part!
...
2014-02-27 03:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald