2014-03-06 17:07

KVF.fo: Makrelsamráðingarnar eru slitnaðar. Hesaferð var orsøkin ikki føroysku krøvini, sigur Jacob Vestergaard.
Føroyar fara nú aftur at áseta sær sína egnu makrelkvotu.
Samráðingarnar í Edinbourgh um makrelin slitnaðu í gjárkvøldið.
Ongi útlit eru fyri semju í hesum umfari og tí fara Føroyar nú at áseta makrelkvotuna fyri í ár, sigur Jacob vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Landsstýrismaðurin ætlar sær aftur 23 prosent av makrelkvotuni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald