2014-03-14 19:25
Føroyar vann og ES tapti!
Hetta sýnist at vera yvirskriftin, ið ferðast runt Evropa í løtuni.
Eg fegnist semjuna stórt. Og eg fegnist líka nógv, at vit fyri einaferð skyld megnaðu at standa saman sum land og tjóð og krevja okkara rætt. Mín metan er, at samanhaldið hevði nógv at siga í hesum førinum!
Uttanríkispolitiskt fara vit altíð at verða David í móti Goliat. Henda roynd okkara prógvar væl, at søgan enn er galdandi sum ein møguleiki.
Royndin eigur tí at verða løgd í minnið, og brúkt aftur.
- samanhald er lykilin! - tað skrivar Janus Rein á Facebook.
Les eisini: Føroyar vunnu við Clint Eastwood á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald