2015-07-20 21:49

Christian í Grótinum er júst afturkomin av rannsóknartúri, har Havstovan hevur kannað nøgdirnar av makreli í havøkjunum kring Føroyar. Kanningarnar vísa, at sum heild var nakað meiri í ár enn í fjør, men nakað minni enn í 2013. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna, serliga norðan fyri oyggjarnar.
Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum, grønlendingum og norðmonnum. Høvuðsendamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í Norðurhøvum at finna sær føði.
Ein felagsfrágreiðing verður gjørd seinni í august, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar.
Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald