![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
MEST stóð fyri máting av pelatrekki hjá 5 uppisjóvarskipum leygardagin og út á sunnunáttina
Nú makrelfiskiskapurin byrjaði ein mánaða fyrr enn vanligt er ??? var sera nógv fyrireikandi virksemi á Oyrareingjum leygardagin. MEST stóð fyri mátingum av pelatrekkinum hjá 5 uppisjóvarskipum ??? har eitt kom inn og annað fór út. Allan leygardagin á tamb og út á sunnunáttina komu skipini kropp á kroppi og fingu gjørt mátingar av pelatrekkinum, sum jú er avgerandi fyri góðan rakstur og samskipan av makrelfiskiskapinum úti á feltinum. Mátingin av pelatrekkinum fór fram á tann hátt, at veirar vóru spentir frá skipunum og festir í pullartarnar á bryggjuni. Síðani setti skipið á í stigum fyri at royna pelatrekkið við ymsum vaksandi belastningi á motorinum. Fyri at halda eina beina kós lá Pressarin hjá MEST og trýsti á síðuna á skipinum.
Skipini, sum fingu mált pelatrekkið leygardagin, vóru Tróndur í Gøtu, Gøtunes, Høgaberg, Tummas T og Finnur Fríði. Skipini fóru beina kós eystureftir á makrelfeltið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald