Politikkur

Makrelavtala: Hurðin stendur á glopp fyri Íslandi

...

2014-03-13 01:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ES nevndin fegnast um fimm ára makrelavtaluna, sum ES, Noreg og Føroyar hava undirskrivað í kvøld.

Ísland hevur lutikið í samráðingunum í fleiri mánaðir. Ísland er kortini ikki partur av avtaluni sum nú er gjørd, men sambært Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri í ES, er rúm fyri, at onnur strandalond kunnu koma við í avtaluna seinni. Eisini binda londini seg til, at langtíðarætlan fyri burðardyggan fiskiskap sambært ráðgeving frá ICES.

- Hetta er ein týðningarmikil dagur fyri altjóða fiskiskap. Avtalan staðfestir viljan hjá ES at tryggja burðardyggan fiskiskap. Samráðingarnar hava verið langar og truplar, og vandi hevur verið fyri stovninum. Avtalan tryggjar ein burðardyggan stovn í nógv ár. Hurðin er framvegis opin fyri Íslandi og øðrum tjóðum, sigur Maria Damanaki, tað skrivar portal.fo í kvøld.

Les her:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder