2013-10-20 21:19
Føroysku makrel- og sildaskipini, sum alla farnu viku royndu á Sandoyar- og Nólsoyarbankanum, eru nú norðanfyri og royna. Tá veðrið øtlaði minkaði fiskiskapurin á Sandoyar- og Nólsoyarbankanum, tey leitaðu tí norðuryvir og eru stødd á tveimum økjum í løtuni.
Á uml. 63N og 2V eru Høgiklettur, Tummas T. og Finnr Fríði, ímeðan Christian í Grótinum, Norðborg og Næraberg umframt Huginn, Aðalsteinn Jónsson og Hoffell, eru stødd á uml. 64N og 1V.
Vit hava einki frætt um, hvussu fiskiskapurin er har norðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald