JN

Magnus Powell fekk trý stig í fyrstu royndini

...

2021-06-14 20:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur tók í kvøld ímóti ÍF í Betri-deildini hjá monnum.

Hetta var fyrsti dysturin hjá Magnus Powell sum venjari hjá 07 Vestur, og fekk hann eisini trý stig í fyrstu royndini sum venjari í Betri-deildini.

Tá ið 34. minuttir vóru leiktir skoraði Martin Heiberg Petterson eitt flott mál fyri 07 Vestur. 

Tað bleiv rok eftir málið, og tað endaði við at Bogi Reinert Petersen hjá ÍF bleiv vístur av vøllinum. Predrag Jeremic mátti skiftast út.

07 Vestur vann dystin 1-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder