Havstovan skrivar:
Í døgunum 2.-9. juni var Magnus Heinason leigaður til rannsóknir á íslendska norðurlandinum, har kanningar vórðu gjørdar av botndjórum. Tað vóru granskarar frá Zoological Society of London, ið stóðu fyri kanningini, í samstarvi við starvsfelagar frá Havrannsóknarstovninum í Reykjavík.
Hóast skipið hevur sínar avmarkinar, er tað væl egnað til júst kanningar sum hesar, ið vóru myndatøka av botni og innsavning av botndjórum. Granskararnir lótu væl at og eru sera nøgdir við tað, teir hava fingið burturúr.
Rannsóknartúrurin er fíggjaður av ES-granskingarsamstarvinum umvegis EUROFLEETS. Endamálið við EUROFLEETS er at geva granskarum, ið annars ikki hava atgongd til rannsóknarskip, høvi at gera kanningar, umframt at miðað verður ímóti at samskipa ymiskar rannsóknir. Eftir at Føroyar eru komnar við í ES-granskingarsamstarvið, hava vit fingið møguleika at bjóða okkara skip fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald