2017-04-20 06:21

Maðurin sum rýmdi úr arrestini í Mjørkadali kl. 17.15 í gjárkvøldið er ikki afturfunnin enn, tað sigur løgreglan, tó er húgvan, sum maðurin var í funnin.
Í morgun verður aftur farið at leita, tá vera bjargingarfeløgini í Kollafirði og Havn við í leitingini.
Maðurin er 37 ára gamal, hann er uml. 190 cm høgur og skallutur.Tá hann rýmdi var hann í eini svartari fleece-troyggju/jakka og svørtum buksum.
Løgreglan hevur telefon-nr. 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald