Vinna

Maður umborð á Næraberg hevði skorið seg - mátti undir skurð

...

2021-04-18 21:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MRCC: Fríggjadagin (16.04.21) ringdi skiparin á Arctic Voyager til Brimil og bað um sleip tí teir høvdu fingið bellin um síðuskrúvuna, les meira um tað her.

Brimil fór beinanvegin sigla til Arctic Voygar sum var staddur suðuri móti tí enska markinum á svartkjafa veiðu. A veg út til Arctic Voyager ringdi skiparin á Næraberg og spurdi um Brimil kundu taka ein mann inn við tí hann hevði skorið seg í hondina. Hetta bleiv sjálvandi játtað

Avtala bleiv at Næraberg skuldi hála og sigla á sama stað sum Arctic Voyager lá.

Leygarmorgunin (17.04.21) kl 0030 fór arbeiðsbáturin hjá Brimli eftir manninum á Næraberg. Hetta gekk gott og fingu teir mannin umborð á bátin í øllum góðum, sjálvt um tað var stór alda og vindur.

Kl 01:50 hevði Brimil sett fast á Arctic Voyager og byrjaðu at sleipa móti landi.

Avgjørt bleiv at sleipa móti Tórshavn so at skaddi maðurin kundi koma undir læknahond.

Kl 1830 komu skipini í Nólsoyarfjørð tá fór Arbeiðsbáturin hjá Brimli inn á havnina við manninum . Skaddi maðurin bleiv lagdur undir skurð í hondini seinni sama kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder