JN

Maður stungin í búkin í Havn í nátt

...

2014-01-12 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Portal.fo skrivar: Løgreglan fekk seint leygarkvøldið fráboðan um at tveir menn vóru komnir til illnar. ??semjan fekk harðligan enda, tá annar maðurin bleiv stungin fleiri ferðir.

Báðir mennirnir, tann sum stakk og tann stungni, eru í 40'inum og kennast frammanundan. Hendingin fór fram í eini íbúð í Havn.

Maðurin sum bleiv stungin kláraði at koma sær út í bil og koyrdi út á sjúkrahúsið, har hann kom undir læknahond. 

Løgreglan kannar nú málið sum eina drápsroynd, og skulu nú finna út av hvat sum hendi. Maðurin sum stakk er handtikin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder