2017-04-29 07:59

Í gjárskvøldið var ein maður funnin lívleysur á havnarlagnum á Toftum, tað skrivar portal.fo.
Tað var um 21-tíðina í gjárskvøldið, at maðurin var funnin, sum er um 50 ára aldur. Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men lív fekst ikki í aftur mannin,
Løgreglan kannar nú, hvat kann vera hent í sambandi við vanlukkuna á Toftum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald