JN

Maður doyði í samband við eldsbruna umborð á stállínuskipinum Pison

...

2014-01-23 13:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Færøernes Politi:

Um miðnáttarleitið kl. 23:58 fekk alarmsentralurin fráboðan um at eldur var umborð á stállínuskipinum Pison, ið lá við bryggju í Leirvík.

Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu var skjótt á staðnum og kl. 02:30 var eldurin sløktur.

Ein 47 ára gamal maður, sum var staddur umborð á Pison, doyði av løstunum hann fekk í samband við eldsbrunan. Tey avvarðandi eru kunnaði um hendingina.

Fyribils kanningar á staðnum vísa, at eldurin er kyknaður miðskeiðis í skipinum í bagborðssíðu, men enn er ikki møguligt at siga nakað um ørsøkina til eldsbrunan.

Serkøn fólk frá Ríkispolitinum koma við flogfari til Føroyar seinnapartin í dag, og tá verða so neyvar kanningar gjørdar umborð á Pison.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder