2017-04-22 13:38

Seinnapartin í dag fleyg ein útlendingur við "Paramotori" (myndin) uttast á Sørvágsfirði, sum liggur í innflúgvingini til Vága Floghavn.
Boð vórðu send eftir løgregluni, sum fekk tyrluna hjá Atlantsflog til hjálpar. Løgreglan fór so við tyrluni út á Múlan, sum liggur á sunnara armi á Sørvágsfirði, har teir fingu fatur í manninum, sum er útlendingur. Maðurin verður nú ákærdur fyri brot á loftferðslutrygdina, hann kann rokna við at fáa bót fyri lógarbrotið.
Tað er ikki loyvt, at flúgva nærri enn 8 km. frá flogvøllinum, uttan at fáa loyvi til tess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald