Vinna

Lýst verður eftir leiðara til Heimatænastuna í Vágum

...

2015-07-17 17:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heimatænastan í Vágum er eitt javnbjóðis samstarv millum Sørvágs- og Vága kommunu, sum skal tryggja, at borgarin fær í boði eina samskipaða heildartænastu.

Søkt verður eftir leiðara at seta frá 1. september 2015 ella eftir avtalu.

Sum leiðari kemur tú at standa á odda fyri øllum virkseminum, bæði úti og inni, og hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaliðu ábyrgdina av Heimatænastuni í Vágum.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi, dynamiskt og avbjóðandi starv, har tú verður við til at mynda og menna Heimatænastuna í Vágum, soleiðis at tænasta kann tryggjast á einum høgum støði.

Endamálið við tænastuni er, at veita røkt og umsorgan, fyribyrgja sjúku, stimbra heilsu og trivna, endurmenna mistan førleika og stimbra møguleikan at klára seg sjálvan. Tænastan byggir á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

· At hava høvuðsábyrgdina av, at borgarin fær røttu tænastuna og tryggja, at visitatiónir innan allar tænastur og veitingar, sum stamstarvið veitir borgarunum í økinum, verða skipaðar skilagott og á einum fakliga høgum støði.

· At skapa karmar og týðilig virðir soleiðis, at Heimatænastan verður eitt gott og mennandi arbeiðspláss

· Tryggja at lógir og avgerðir verða grundfestar og framdar í verki

· ?? tøttum samstarvi við stýrið at tilrættisleggja tær tænastur, sum verða veittar

· Tryggja neyva fíggjarstýring

· Tryggja menning og empati millum starvsfólkini.

· Hava tætt samskifti við stýrið við ráðgeving og regluligari kunning

· Vera skrivari hjá stýrinum

Vit vænta av tær at tú:

· Hevur viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir. Fyrimunur er, um tú hevur eftirútbúgving innan leiðslu

· Hevur góð leiðaraevni, og at tú í tínum leiðsluhátti megnar at seta trivna og menning í hásæti.

· Ert sjónlig/ur og nærverandi í tínum leiðarastarvi og megnar at hava heildaryvirlit

· Ert tænastusinnað/ur og vilt virka fyri, at trivnaðurin hjá borgaranum verður settur í miðdepilin

· Ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting

· Hevur royndir og innlit í økið heimatænasta, eldrarøkt v.m.

· Ert fyrikomandi, týðilig/ur og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum

· Dugir væl at samskifta og samstarva við borgaran, avvarðandi, starvsfólk, politikarar og aðrar stovnar

· Tolir møguligar broytingar

Setanar- og lønarviðurskifti. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Leiðarin hevur tilvísing til stýrisformannin í samstarvinum. Setanarstaður er Heimatænastan í Vágum, og dagliga arbeiðsplássið verður á Sýnini.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Suna Jacobsen, borgarstjóra tlf. 233200 ella Rósu Samuelsen, borgarstjóra tlf. 794410.

Umsókn:

Skrivlig umsókn, saman við prógvum, upplýsing um útbúgving og royndir, vera at senda til:

Heimatænastan í Vágum

Stílað: Vága kommuna

Hammershaimbsvegi 1

360 Sandavági

Umsóknarfreist: 24/08-2015

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Stýrið fyri Heimatænastuna sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Í løtuni starvast tilsamans 70 fólk í Heimatænastuni í Vágum. Talan er um 51 ársverk. Umleið 130 fólk fáa veitta tænastu.

Talan er um eina samskipaða tænastu frá eldradeplinum. Av tænastuveitingum til borgarar veður veitt heimahjálp, heimasjúkrarøkt, økisterapi, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt er røktarheimið á Sýnini við 36 búð- og umlættingarplássum knýtt til Heimatænastuna í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder