![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
5.apríl sleit fóðurflakin Hellutangi á Víkum. Hann rak á land við Reipsáfoss. Vit hava síðani arbeitt við at fáa yvirlit yvir støðuna fyri at finna bestu loysnina.
Støðan er ikki góð. Flakin er sokkin, og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarliga á bakborðssíðu. Tó tykist ovari partur av flakanum at vera í hampiligum standi.
Vit hava, saman við serfrøðingum innan- og uttanlands, viðgjørt hvørjir møguleikar eru at bjarga flakanum.
Niðurstøðan er, at av tí at flakin er heilur omandeks og á síðunum, ber til at lyfta hann upp við luft, um vit fáa tett øll op.
Hetta arbeiði er farið í gongd, men av tí at Víkar er eitt sera kyrruvánt stað, og tí at líkindini eru vánalig, kemur bjargingarroyndin at taka drúgva tíð.
Støðan viðvíkjandi Hellutanga er annars stabil, sum hann liggur nú.Vit hava dagligt eftirlit við støðuni hjá flakanum og veðurlíkindunum á staðnum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Hiddenfjord.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald