JN

Lutakastið verður mánakvøldið

...

2014-04-07 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

L??GMANSSTEYPIÐ: Lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, verður í 3-2 mánakvøldið 7. apríl.

Við teprum 3-2 sigri á B36, er HB seinasta liðið, ið hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

??rslitini í hinum sjey dystunum í 1. umfari í steypakappingini hjá monnum, sum vórðu spældir leygardagin, háttaðu seg soleiðis, at KÍ, ÍF, B68, Víkingur, AB, NSÍ og EB/Streymur eisini vera í pottinum, tá lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum, verður í 3-2 mánakvøldið.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar sunnudagin 27. apríl. Hálvfinalurnar eru á skránni 21. mai og 18. juni, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder