2013-12-18 19:57
Tey, sum ætla sær at brenna bál í Vága kommunu á nýggjárinum, skulu í seinasta lagi mánadagin, tann 30. december 2013 kl. 12.00, hava fingið loyvi frá kommununi. Eftir tað, verða loyvi ikki givin, og verður bál tendrað uttan loyvi, ella reglurnar fyri slíkum bálum ikki fylgdar, verður hetta sektað.
Settar eru fastar reglur fyri, hvat kann brennast, og hvussu bálið skal skipast, so sum:
??? at bert reinur og turrur viður verður nýttur
??? at veðrið er til vildar
??? at brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið
??? at brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi, eins og øðrum asfalteraðum økjum
??? at økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir.
Um kommunan má rudda upp eftir bálið, verður hetta gjørt fyri loyvishavarans rokning, at tygum sum ábyrgdarpersónur verða uppskrivaður hjá kommununi / brunaumsjónarmanninum.
Niðanfyri sæst vegleiðing til brenning av báli og umsókn til bálloyvi.
Vegleiðing til brenning av báli.
Umsókn til nýggjársbál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald