2013-10-06 15:16
Loyvi at fiska kalva og svartkalva í Eysturgrønlandi
Eftir fiskiveiðiavtaluni við Grønland fyri 2013 hava føroysk skip loyvi at fiska tosk, kalva og svartkalva í Eysturgrønlandi.
Fiskiloyvi til Eysturgrønlands eru fyrr í ár latin samsvarandi treytunum í kunngerðini um veiðu eftir botnfiski í Grønlandi í 2013. Har er ásett, at í fyrsta umfari verða fiskiloyvi latin skipum, sum í 2008-2012 hava fiskað botnfisk í Eysturgrønlandi og sum hava loyvi at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.
Toskakvotan í Eysturgrønlandi upp á 255 tons er fiskað. Av kalva- og svartkalvakvotuni upp á 275 tons eru góð 230 tons eftir.
??tlit eru ikki fyri, at tey skip, sum í fyrsta umfari fingu loyvi, fara at fiska tað, ið er eftir av kalva- og svartkalvakvotuni, og tí kunnu onnur skip nú søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi. Rættindini verða latin sum felags árskvota.
Tá avgerð verður tikin um, hvør kann fara til Eysturgrønlands, verður dentur lagdur á, at føroysku kvoturnar í Eysturgrønlandi verða fiskaðar, og at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap. Harafturat hava umsøkjarar, sum hava loyvi til botnfisk undir Føroyum, fyrimun.
Umsóknir skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi innan hósdagin 10. oktober 2013 á middegi.
Umsóknir skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, Postboks 347, 110 Tórshavn, fax 353035 ella[email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald