Árstíðarjavnað vóru tað 23.710 løntakarar í juli 2013. Hetta er ein lítil framgongd í mun til undanfarnu tríggjar mánaðir tá tað vóru umleið 23.650 løntakarnar hvønn mánað.
|
Í privatu tænastuvinnunum vóru 8.221 løntakarar í juli, tað eru 118 fleiri enn í fjør, framgongdin er 1,5%. Í byggivinnu o.a. tilvirking vóru 3.098 løntakar, 56 færri, afturgongdin er 1,8%.
|
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her |
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald