Árstíðarjavnað vóru tað 23.788 løntakarar í august 2013. Hetta er triði mánaði á rað, at tað er framgongd eftir fallið í vár. Nú er talið av løntakarum tað hægsta síðani juni 2012.
|
Í privatu tænastuvinnunum vóru 168 løntakarar fleiri í august, samanborðið við august í fjør. Framgongdin er 2,1%. Verður hinvegin samanborðið við 2011, er bert talan um lítla broyting. Í hinum høvuðsvinnugreinunum er lítil afturgongd.
|
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her |
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald