Í september vóru 24.256 løntakarar, tað mesta í ár og áleið tað sama sum í september 2010. Tað var um ársskiftið 2010/11 at húsagangur o.a. førdi til stórt fall í løntakaratalinum. Sjálvt um tað til tíðir hava verið ábendingar um framgongd, so skuldi ganga nærum fýra ár, áðrenn alt fallið var vunnið innaftur.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Kelda. hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald