JN

Lønirnar niður aftur á 600 milliónir

...

2013-12-11 18:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Lønirnar í november vóru 600 milliónir krónur. Tað er nakað minni enn undanfarnu tveir mánaðirnar, har lønirnar - serliga í september - vóru væl hægri. 
Seinna hálvár hevur roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár. Mánaðarligu lønirnar í fyrru hálvu sveiggjaðu um 590 milliónir og seinna  hálvár hava lønirnar verið yvir 600 milliónir, í september 627 milliónir.


Vøksturin er í tænastuvinnunum
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, men tá ber til at samanbera við somu tíðarskeið undanfarin ár, sum tað er gjørt í talvuni niðanfyri. 
Sum gongdin hevur verið higartil í ár, er lítil ivi um, at tað verða tænastuvinnurnar, sum fara at hava størstu framgongd í ár. Størsti vøksturin er í almennum tænastum, har tað higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir meira í lønum enn í fjør, ein vøkstur á 2,5%. Privatar tænastuvinnur hava havt ein vøkstur á 1,3% higartil í ár samanborið við í fjør. 
Tilsamans eru í ár útgoldnar 89 milliónir meira enn somu mánaðar í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,4%.



Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder