Í mai vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 625 milliónir krónir, tað sama sum í apríl. Lønirnar hava síðan í fjør heyst lyft seg spakuliga uppeftir frá 600 milliónum um mánaðin til nú at liggja um 620 milliónir um mánaðin.
Framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru útgoldnar 130 milliónar meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør, framgongdin er 4,5%.
Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men størsta framgongdin er í ídnaðarbólkunum, bygging 10,6% og fiski- og alivinna 7,6%.
Dagførd og útgreinað lønartøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald